Chemical sediment variables from the Faroe area: Organic content, Nitrogen, Phosphorus, Zinc, and Copper / Evnafrøðiligar bleytbotnsdátur á føroyskum havøki: lívrunnið tilfar, nitrogen, fosfor, sink og kopar

Jan Sørensen, Jákup K. Bærentsen, Jógvan F. Hansen, Ámundur Nolsø, Birna V. Trygvadóttir

Abstract


Úrtak: Havlívfrøðiliga royndarstøðin hevur síðan 1998 gjørt regluligar kanningar av botnsigi í føroyskum firðum. Kanningarnar fevndu um fylgjandi evnafrøðiligu brigdlar: nøgd av lívrunnum tilfari (gløðitap), sinki, kopari og heildarnøgd av køvievni og fosfori. Greinin viðger broytni av hesum og fevnir um 229 staksýni.

Í hesi grein eru eisini savnað úrslit, sum onnur hava almannakunngjørt um somu evnafrøðiligu broytlar.

Úrslitini eru bólkað eftir dýpi og eftir hvørjum slagi av botnsigi, ið tað snýr seg um. Eisini verður hugt eftir, hvussu virðini eru inni við land og borið verður saman við, hvussu tað er útiá.

Inni við land var nøgdin av lívrunnum tilfari, nitrogeni, fosfori, sinki og kopari í botnsiginum ávikavist: 0,5-13,0 %, 0,14-4,01 g/kg, 0,43-2,02 g/kg, 12-98 mg/kg og 14-120 mg/kg. Útiá var innihaldið av lívrunnum tilfari millum 1,3 og 5,6 %, meðan innihaldið av sinki og kopari vóru 13-47 mg/kg og 5-38 mg/kg.

Abstract: Since 1998 Kaldbak Marine Biological Laboratory (KMBL) has regularly performed seabed surveys in Faroese fjords. The analyses performed on the sediments included the chemical variables: Organic content (loss on ignition), total nitrogen, total phosphorus, zinc and copper. This paper deals with the variability of the variables in the Faroe area.

The results of 229 seabed samples are included. Inshore data are compared and related to depth intervals and according to sediment types. Sediment data from inshore waters are compared to sediment data from offshore localities.

Also included in this paper are eight reports that include data on the above mentioned chemical variables.

From inshore waters the concentration of organic matter, total nitrogen, total phosphorous, zinc and copper in the sediments was, respectively: 0.5-13.0 %, 0.14-4.01 g/kg, 0.43-2.02 g/kg, 12-98 mg/kg and 14-120 mg/kg. Organic content from offshore localities showed values from 1.3 to 5.6 % while the content of zinc and copper were 13-47 mg/kg and 5-38 mg/kg, respectively.


Full Text:

PDF


DOI: http://dx.doi.org/10.18602/fsj.v57i0.80

Refbacks

  • There are currently no refbacks.