Year-round video surveillance of individual nest-site attendance of Northern Fulmars (Fulmarus glacialis) in the Faroe Islands / Í eitt ár vórðu reiðurstaðir hjá havhesti (Fulmarus glacialis) í Føroyum eygleiddir við vakmyndatóli

Jóhannis Danielsen, Sven-Axel Bengtson

Abstract


Abstract: Nest-site attendance was monitored on a year-round basis by using video surveillance cameras at 10 potential nest-sites in a small colony of Northern Fulmars (Fulmarus glacialis) in the Faroe Islands. In the colony 27-34 nests-sites were occupied each year; 25-38% contained egg and 0-10 young were fledged. Altogether 40 potential nest-sites were identified during the course of the study (2004-2007) 18 of which were actively used for breeding (i.e. egg-laying) in 1-4 years. Although few birds were marked and individually identifiable some cases of change of partner and/or nest-site were shown to occur. Successfully breeding pairs departed the colony at the end of August or early in September, whereas those that lost eggs in June left earlier though stayed for several weeks before leaving; hence, individual length of post-breeding absence (coinciding with primary moult) varied between 105 and 180 days. First arrivals mostly occurred in second half of December, though at this time of the year the nest-sites were only intermittently attended with considerable individual variation. During the pre-breeding period nest-site attendance peaked in April immediately followed by a marked drop and a pre-laying exodus in May. This general pattern was true for one-bird-attendance and the simultaneous attendance of two birds (presumably a pair) at the nest-site. In 2006 and 2007 the pre-laying exodus (defined as no. days in a run without the presence of the pair) at the individual nest-sites started between 21 April and 4 May and lasted for 21 to 32 days. In two cases when the length of the exodus could be related to sex the male had a shorter exodus than the female. A return from pre-laying exodus did not always result in egg-laying (2 cases). In 2006 and 2007 copulations were observed between 11 and 30 April and 20 April and 1 May, respectively, though without any distinct peaks. Besides, copulations occurred at all times of the day. The total number of successful copulations (3-33), time between first and last copulation (2-19 days), and mean numbers (1.0-8.3) per day with copulations varied considerable between the sites. No eggs were laid in the two nests with the lowest mean number of copulations.

 

Úrtak: Í eitt ár vórðu 10 møguligir reiðurstaðir eygleiddir við vakmyndatóli í eini lítlum havhestabøli í Føroyum. Í havhestabølinum var havhestur í 27-34 reiðurstaðum hvørt ár; í 25-38% av teimum vóru egg, og 0-10 ungar vórðu floygdir. Tilsamans 40 møguligir reiðurstaðir vórðu eyðmerktir í tíðarskeiðinum, tá ið kanningin fór fram (2004-2007), í 18 av teimum vurpu havhestar í 1-4 ár. Hóast fáir fuglar vóru merktir, sýntist tað eyðmerkjandi, at nakrir fuglar skiftu maka og /ella reiðurstað. Tey pør, ið høvdu ungar, ið komu undan, fóru úr havhestabølinum síðst í august ella tíðliga í september, men tey pør, ið mistu eggini í juni, rýmdu fyrr, hóast tey vórðu verandi í fleiri vikur, áðrenn tey rýmdu; longdin á tíðarskeiðinum, ið hvør einstakur havhestur var burturfrá eftir verpingina (ið fellur saman við tað fyrsta fjaðurskifti) skifti millum 105 og 180 dagar. Teir havhestarnir, ið komu fyrst, komu fyri tað mesta í seinnu helvt av desember, men hesa tíð á árinum høvdu reiðurstaðirnir bert við millumbilum samband við ein munandi ymisleika hjá hvørjum einstøkum havhesti. Í tíðarskeiðinum undan verpingini vóru flestir havhestar við reiðurstaðin í aprílmánaði, og beint eftir tað kom eitt tíðarskeið við nógv færri havhestum, og beint undan verpingini í maimánaði rýmdu allir havhestarnir. Hetta vanliga mynstrið var satt, tá ið tað snúði seg um ein havhest, ið var til staðar, og tá ið tað snúði seg um tveir havhestar, ið samtíðis vóru til staðar (helst eitt par) á reiðurstaðnum. Í 2006 og 2007 byrjaðu havhestarnir at rýma undan verpingini (skilmarkað sum eitt ávíst tal á døgum í einum tíðarskeiði uttan at eitt par var til staðar) á einstaklingsreiðurstaðum millum 21. april og 4. mai, og tað vardi í 21 til 32 dagar. Í tveimum førum, tá ið longdin á tíðarskeiðinum, tá ið havhestarnir vóru burturstaddir, kundi hava samband við making, var steggin styttri burtur enn bøgan. Tá ið havhesturin kom aftur, hevði tað ikki altíð við sær, at bøgan varp (í tveimum førum). Í 2006 og 2007 varð lagt merki til making ávikavist millum 11. og 30. apríl og 20. apríl og 1. mai, tó uttan nøkur týðilig hápunkt. Harumframt kom makingin fyri alla tíðir á degnum. Heildartalið á úrslitagóðari making (3-33), tíð millum fyrstu og síðstu making (2-19 dagar), og miðaltal (1.0-8.3) hvønn dag við making var sera skiftandi millum reiðurstaðirnar. Eingi egg vórðu vorpin í tey bæði reiðrini, ið høvdu lægsta miðaltal av making.

Full Text:

PDF


DOI: http://dx.doi.org/10.18602/fsj.v57i0.74

Refbacks

  • There are currently no refbacks.