Karnitin í tvøsti og lambskjøti

Hjørdis Haraldsdóttir Jensen, Bjørg Mikkelsen

Abstract


Úrtak
Í Føroyum er høgur títtleiki av sjúkuni Carnitine Transporter Defekt (CTD), og taka CTD sjúklingar tilskot av karnitini. Tað er eisini umráðandi, at CTD sjúklingar eta mat, ið inniheldur karnitin. Karnitin í mati verður betur upptikið, enn tá karnitin verður tikið sum tilskot. Innihaldið av karnitini er áður kannað í ymiskum matvørum, og vísir tað seg at vera hægst í kjøtvørum og lægst í grønmeti. Tað er eisini funnið positivt samband millum reytt kjøt og innihaldið av karnitini. Í Føroyum hava vit nakrar siðbundnar matvørur, har innihaldið av karnitini ikki hevur verið kannað áður, m.a. tvøst.
Í 2018 varð innihaldið av karnitini í 15 lambstjógvum kannað, meðan innihaldið av karnitini í tvøsti varð kannað í tveimum umførum í 2015 og 2017. Tvøst var tikið frá 31 hvalum (13 kvenn- og 18 kallhvalir). Miðal innihaldið av karnitini í lambstjógvi var 1617 mg/kg, meðan miðal innihaldið av karnitini í tvøsti var 178 mg/kg. Fyri tvøst var innihaldið signifikant hægri í vaksnum kallhvali enn í vaksnum kvennhvali. Kanningin vísur, at lambstjógv er ein góð kelda til náttúruligt karnitin, og innihaldið av karnitini í seyðakjøti er hægri enn m.a. í neytakjøti og svínakjøti. Innihaldið av karnitini í tvøsti var væl lægri enn í seyðakjøti, men tvøst inniheldur meira karnitin enn eitt nú høna og laksur. Fleiri møguligar náttúruligar keldur til karnitin mangla enn at verða lýstar, so sum ymisk fiskasløg, villur fuglur og annar siðbundin føroyskur matur. Eisini kundi verið áhugavert at lýst, hvussu matgerð ávirkar innihaldið av karnitini í matvørum. Aðrar kanningar vísa, at nakað av karnitininum fer út í soðið, tá ið kjøt verður viðgjørt, og tískil er súpan og sós av soði, soleiðis sum vanligt er at gera í Føroyum, eisini keldur til náttúruligt karnitin.

Abstract 
The Faroe Islands have a high frequency of Carnitine Transporter Defect (CTD) and these patients need to take carnitine supplements. It is however important that CTD patients consume food with high content of  carnitine, because natural carnitine in food is a better source of carnitine, since it is more accessible to the body than supplements of carnitine. The content of carnitine has been analysed in different kinds of food, and the levels are highest in meat products and lowest in vegetables. Studies show a positive correlation between red meat and carnitine. In the Faroe Islands there are some traditional foods were the content of carnitine is unknown e.g. the meat of pilot whale. In 2018, the levels of carnitine were analysed in meat from 15 lambs, while the levels of carnitine in the meat of pilot whale were analysed at two different times in year 2015 and 2017. The meat of pilot whale originated form 31 pilots whales (13 females and 18 males). The mean levels of carnitine in lamb meat was 1617 mg/kg while the levels of carnitine in the meat of pilot whale was 178 mg/kg. The levels in the meat from the adult pilot males was significantly higher than in the adult pilot females. The results show that lamb meat is a good source of natural carnitine and the levels are higher in lamb meat than in cow and pig meat. The levels in meat from pilot whale is much lower than in lamb meat, but higher than e.g in chicken and salmon. There are still some more natural sources of carnitine that need to be studied such as different kinds of fish species, wild birds and other traditional Faroese food. It could also be interesting to look at the effect of cooking on the levels of carnitine in food. Other studies have found that some of the carnitine went into the water fraction, when preparing the meat. In this way, gravy or broth also becomes a source of natural carnitine when consuming soup and sauce, as is common in the Faroese Islands.


Full Text:

PDF


DOI: http://dx.doi.org/10.18602/fsj.v0i0.116

Refbacks

  • There are currently no refbacks.