Stylistic fronting and verb placement in main clauses in Insular Scandinavian / Stílførsla og sagnorðspláss í høvuðssetningum í íslendskum og føroyskum

Ásgrímur Angantýsson

Abstract


Abstract
The goal of this paper is twofold. On the one hand, it provides an overview of V1 (verb-first), V2 (verb-second), and V3 (verb-third) constructions in main clauses in Icelandic and Faroese, and it seeks to explore to what extent the two closely related languages behave the same way in that resepect. The data presented here support the idea that Icelandic and Faroese have similar conditions with respect to the possibility of V1 and V3. However, some interesting exceptions are pointed out, in particular regarding the fronting of negative objects in Faroese (V3). On the other hand, special attention is given to the possibility of Stylistic Fronting (SF) as a matrix V2-phenomenon in the Insular Scandinavian languages. It has been claimed that SF is more restricted in embedded clauses in Faroese than it is in Icelandic, suggesting that Faroese is evolving in the direction of the Mainland Scandinavian languages, where SF has all but disappeared. Based on that, one might expect that SF is also on its
way out in main clauses. The comparison of stylistically fronted elements of various kinds conducted in this study shows that both languages obey similar restrictions. However, certain SF-constructions are much more restricted in Faroese than in Icelandic. 

Úrtak
Endamálið við hesi grein er tvíbýtt. Øðrumegin er tað at útvega eitt yvirlit yvir setningsgerðir við S1 (sagnorð-eitt), S2 (sagnorð-tvey) og S3 (sagnorð-trý) í høvuðssetningum í íslendskum og føroyskum, og roynt verður at kanna, í hvussu stóran mun tey bæði nær skyldu málini bera seg at á sama hátt í hesum sambandi. Dáturnar, ið verða lagdar fram her, stuðla hugsanini, at íslendskt og føroyskt hava líkar setningsgerðir við atliti at møguleikum
fyri S1 og S3. Hinvegin verður víst á nøkur áhugaverd undantøk, serliga í sambandi við at hava negativ ávirki fremst í føroyskum (S3). Hinumegin verður serliga hugt at møguleikum fyri stílførslu sum S2-fyribrigdi í høvuðssetningum
í íslendskum og føroyskum. Ført hevur verið fram, at stílførsla er meira avmarkað í eykasetningum í føroyskum enn hon er í íslendskum. Tað skuldi tí bent á, at føroyskt mennir seg sama veg sum danskt, norskt og svenskt, har ið stílførsla er um at vera púra burtur. Við støði í tí skuldi væntast, at stílførsla
eisini er á veg út í høvuðssetningum. Samanberingar av stílførdum eindum av ymsum slag fremst í setningi, sum eru gjørdar í hesi kanning, vísa, at bæði málini geva seg undir avmarkingar av sama slag. Tó eru ávísar setningsgerðir
við stílførslu munandi meira avmarkaðar í føroyskum enn í íslendskum.


Full Text:

PDF


DOI: http://dx.doi.org/10.18602/fsj.v0i0.114

Refbacks

  • There are currently no refbacks.